- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðlastuðulsnevndin er mannað
Fyrsta Miðlastuðulsnevndin er nú sett.
Magnus Dam, løgfrøðingur og journalistur, Beate L. Samuelsen, journalistur, og Bergur D. Hansen, bókmentafrøðingur eru vald í nevndina eftir tilmæli frá ávíkavist Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, Føroyskum Miðlafólkum og Fróðskaparsetri Føroya.
Limirnir í Miðlastuðulsnevndini skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, fjølmiðlar, fíggjarviðurskifti og roknskaparviðurskifti.
Uppgávan hjá nevndini er at býta út miðlastuðulin, sum á fíggjarlógini er tvær milliónir krónur til privatar tíðindamiðlar. Mentamálaráðið fer tíðliga í heyst at lýsa møguleikan at søkja miðlastuðul.
Skeiðið hjá Miðlastuðulsnevndini er trý ár.