Jenis spyr Sirið um cannabis

Jenis spyr Sirið um cannabis
Miðflokkurin vil hava at vita, um føroyingar sleppa at vera við í donsku royndarskipanini um cannabis.
 
26.07.2017 - 08:13

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur spurt landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Sirið Stenberg, um nakað samband hevur verið millum føroyskar og danskar partar um at vera við í donsku royndarskipanini.

Í februar var orðaskifti í løgtinginum um cannabis, eftir at Jenis av Rana hevði sett fyrispurning, um føroyskir myndugleikar eisini ætla at bjóða sjúklingum her á landi pínulinna við cannabis á sama hátt sum danir ætla at gera.Og nú vil løgtingsmaðurin hava at vita, um nakað er hent í málinum fyri at tryggja, at eisini føroyskir sjúklingar gerast partur av donsku royndarskipanini ella um føroyingar sjálvir gera eina royndarskipan við cannabis.

Spyr um tilmæli

Hann vil eisini hava at vita, hvørji tilmæli landsstýriskvinnan hevur fingið frá læknaligum ráðgevum um hetta

Danska fólkatingið hevur samtykt at gera eina royndarskipan við cannabis næstu árini, tí cannabis hevur víst seg at hava gagnlig árin á m.a. sklerosusjúklingar og krabbameinssjúklingar.

Jenis av Rana sigur, at talan er ikki um at gera cannabisúrdráttir fríar, men um eina skipan, sum læknar skulu umsita, og sum kann veitast ávísum nágreinaðum sjúklingabólkum á ein tryggan og lógligan hátt. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791