Kommunan missir eina millión av eldinum

Kommunan missir eina millión av eldinum
Eldurin í Varðanum Pelagic hevur við sær, at kommunan á Tvørioyri missir bæði skattainntøkur g havnargjøld
 
24.07.2017 - 07:45

Eldurin í Varðanum Pelagic 9.juni ger, at Tvøroyrar kommuna missir eina stíva millión í skatti og havnargjøldum í ár.

Ein meting um inntøkurnar hjá 59 skattgjaldarum á Tvøroyri, sum arbeiddu á Varðanum Pelagic, vísir, at kommunan missir eina millión krónur í skatti í ár.

Tað er munurin millum tað, sum fólk høvdu fingið, um tey framvegis arbeiddu á Varðanum Pelagic, og tað, tey fáa frá ALS.  

Kommunan missir eisini havnargjøld, tí skip koma ikki á Tvøroyri við fiski og eftir fiski.

Her er missurin hjá kommununi ikki so stórur, tí ein partur av bryggjuni á Tvøroyri er privatur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946