- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanningarstjórin setast eftir ólavsøku
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hogni_hoydal_5.png?itok=mHlRA1CX)
Tað verður ikki fyrrenn eftir ólavsøku, at greitt verður, hvør verður settur sum kanningarstjóri at kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Aksel V. Johannesen, løgmann.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, at hann fer ikki at taka støðu til kanningarstjóra fyrrenn eftir ólavsøku.
SÍ EISINI Andstøðan biður um kanningarstjóra
15 løgtingsfólk í andstøðuni, øll uttan Kaj Leo Holm Johannesen, hava heitt á løgtingsformannin um seta kanningarstjóra at kanna, um Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við veiðiloyvi, sum eru flutt.
Tey vilja, at ein kanningarstjóri kannar landsstyrisskeiðið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og lutin hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, í málinum um veiðiloyvini.
Teir 15 løgtingslimir vísa til grein 38 stykki 2 í stýrisskipanarlógini, sum vísir á, at tveir fimtingar av tinginum hava rætt til at krevja, at kanningarstjóri verður settur. Løgtingið er í summarfrí, men nýggj tingseta byrjar ólavsøkudag.