Føroyar tóku Suðurkorea á bóli

Føroyar tóku Suðurkorea á bóli
Suðurkorea var stórfavorittur, men enn einaferð tók føroyska U-21 landsliðið øll á bóli
føroysku spælararnir fegnast um sigurin á Suðurkorea
Mynd: IHF  
 
20.07.2017 - 22:19

Samanhald og vinnaravilji er teirra vørumerki, og aftur í kvøld var tað júst tað, ið syrgdi fyri, at føroyska liðið aftur vann HM dyst í Algeria.

Undan dystinum í kvøld mettu veddingarfyritøkurnar, at ein sigur til Suðurkorea var bara ein avgreiðsluspurningur, men so bleiv ikki.

Føroyska liðið vísti frá byrjan, at teir vóru ikki bara møttir upp fyri at spæla dystin, og tá 13 minuttir vóru farnir, vóru Føroyar á odda 9-5.

Leiðslan á fýra mál helt sær eisini allan vegin til hálvleik, tá Føroyar vóru á odda 16-12.

Eitt skifti í seinna hálvleiki kom spenningur í aftur dystin, tá Suðurkorea eftir 47 minuttum minkaði til 21-22.

Men so fóru fóru føroyingarnir aftur undan Suðurkorea, og tá tríggir minuttir vóru eftir, vóru Føroyar aftur á odda við fýra málum, 28-24.

Føroyingarnir megnaðu at halda seg frammanfyri, og endaðu við at vinna 28-27.

Við tveimum sigrum í tveimum dystum í HM-endaspælinum heldur føroyska U-21 landsliðið áfram við at skriva føroyska hondbóltssøgu.

Tað er ikki avgørt enn, men hesir báðir sigrarnir kunnu vera nóg mikið til, at Føroyar spæla seg víðari úr HM-bólkaspælinum.

Føroyar spæla aftur í morgin klokkan 18.00. Tá er mótstøðuliðið Norra, sum fyrradagin vann 31-29 á Suðurkorea.

Toppskjúttar:

Hilmar Leon Jakobsen, 6

Helgi Hoydal, 5

Pætur Thomsen, 5

Sjúrður Olsen, 3

Kjartan Johansen, 3

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878