Skoyta ikki um fleiri ferðafólk

Skoyta ikki um fleiri ferðafólk
Trýstið á Lofoten sum ferðafólkamál er nú so stórt, at pláss ikki er fyri fleiri ferðafólkum um summarið
Trýstið á Lofoten, eitt av teimum vælumtóktu ferðamálunum í Norra, er nú so mikið stórt, at pláss ikki er fyri fleiri ferðafólkum í Lofoten, heldur umboð fyri vinnuna
 
19.07.2017 - 21:28

Trýstið á Lofoten, eitt av teimum vælumtóktu ferðamálunum í Norra, er stórt. So mikið stórt, at pláss ikki er fyri fleiri ferðafólkum í Lofoten. Í øllum førum ikki um summarið.

Tað sigur Audun Pettersen, stjóri í ferðavinnusamtakinum, Innovasjon Norge, ið arbeiðir fyri at fremja burðardygga ferðavinnu í landinum, sambært NRK.

- Vilja fólk ferðast til Lofoten, kunnu tey heldur ferðast hagar um veturin. Tað snýr seg um at býta ferðafólkatalið meira javnt út á alt árið, sigur Audun Pettersen.

Vitjandi rópa varskó

Tað er ikki bara umboð fyri ferðavinnuna, sum heldur, at nú er nóg mikið. Eitt ferðafólk, ið hevur vitjað í Lofoten í skjótt 10 ár, hevur nú eisini fingið nokk.

- Hetta er helst síðsta árið, eg ferðist her. Tú kanst ikki ferðast í náttúruni uttan at síggja rusk, lort og niðurtraðkaðar gøtur, sigur Torstein Valseth sambært NRK.

Líkt er ikki til, at trupulleikin verður minni í framtíðini. Útivið ein millión ferðafólk vitjaðu Lofoten í 2016. Væntað verður, at ferðafólkatalið á Lofoten eisini fer at seta nýtt met í ár.

Vilja hava ferðafólkaskatt

Vestvågøy kommune, sum Lofoten hoyrir til, hevur umhugsað at seta í verk ferðafólkaskatt, fyri at fíggja meirkostnaðin av øktu ferðavinnuni í Lofoten tey síðstu árini.

Stjórnin í Norra vil tó ikki hoyra talan um at seta í verka ferðafólkaskatt í Lofoten. Stjórnin vrakaði fyrr í ár einum uppskoti um at taka eykagjald frá ferðafólkum í Lofoten.

Trupulleikar orsakað av ferðafólkunum í Lofoten er ikki nýggjur. Í fjør gjørdi Hans Frederik Sørdal, politiskur framsøgumaður, eisini vart við trupulleikar, ið kunnu standast av vaksandi ferðavinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179