- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðsjóvartoskurin er nú umhvørvisgóðkendur

Norðsjóvartoskurin hevur seinastu tíggju árini verið hildin at verið hóttur, eftir at stovnurin minkaði niður í 36000 tons í 2006.
Men tiltøk so sum stongdar leiðir og nýggj trol hava gjørt stóran mun, sambært MSC, sum nú hevur givið toskafiskiskapinum í Norðsjónum sína umhvørvisgóðkenning.
BBC skrivar, at góðkenningin frá MSC er ein ásannan av, at fiskiskapurin hjá skotsku og ensku skipunum í Norðsjónum er "burðardygg og fult út sporfør." Tá toskastovnurin var størstur, var hann 270.000 tons. Hetta var í 70´unum.
Men tá stovnurin var í botni í 2006, fór fiskivinnan saman við skotsku stjórnini og fiskivinnumyndugleikunum í ES undir eina endurreisingarætlan. Og MSC sigur nú, at ætlanin hevur givið so góð úrslit, at veiðan nú kann seljast við stemplinum hjá MSC.