- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pengar játtaðir til Skopunar havn
Pengar játtaðir til Skopunar havn
Neyðugt er at fáa grótið burtur úr innsiglingini.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/skopun_1.jpg?itok=Ljk_KFrf)
Mynd: savnsmynd
11.07.2017 - 15:17
Fíggjarnevndin hevur seinnapartin játtað 1,2 milliónir krónur til arbeiðið at fáa grótið burtur úr innsiglinini til Skopunar havn.
Grótið er komið av brimi, og hóast grót bæði í 2014 og 2015 varð ruddað burtur, so er aftur lagst so nógv grót, at eykajáttanin er neyðug.
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum søkti um játtanina við fíggjanevndarskjali fyri at fáa arbeiðið gjørt sum skjótast
Men neyðugt er eisini at finna eina varðandi loysn, sigur Henrik Old.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV