Embætisførslan kannast

Embætisførslan kannast
Andstøðan í Løgtinginum fer at biðja um at fáa settan kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá Høgna hoydal, landsstýrismanni
 
06.07.2017 - 12:24

Tær neyðugu 14 undirskriftirnar eru komnar, og arbeiðssetningurin er skrivaður. Løgtingsformaðurin setur kanningarstjóra, sum plagar at vera ein óheftur løgfrøðingur.

Andstøðan vil hava embætisførsluna yvirhøvur hjá Høgna Hoydal kannaða og serliga málið um veiðiloyvini hjá línuskipum, sum vórðu latin uppsjóvarskipum.

Í gjár varð uppskot um misálit á Høgna Hoydal á veg í Løgtingið, men tingfundurin endaði, áðrenn tað varð lagt fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342