- Tíðindi, mentan og ítróttur
Galdandi lóg kann leingjast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20170616_ivi_um_svarini_hja_hogna._0041.jpg?itok=zIzMMoNe)
Til ber at leingja galdandi lóg í fimm ár. Tað stendur í lógini. Og í hesari tíngsetuni hevði Fólkaflokkurin eitt uppskot um at leingja galdandi fiskivinnulóg í trý ár, til 2021.
Tað uppskotið er ikki viðgjørt í tinginum og er nú dottið burtur, tí Løgtingið er farið í summarfrí. Men uppskotið kann leggjast fram aftur í næstu tingsetu, sum byrjar ólavsøkudag.
Síðani 1. juni í 2007 hava politikarar vitað, at øll veiðiloyvi fara úr gildi 1.januar 2018. 1.juni í 2007 varð lógin, sum sigur tað, endaliga samtykt í Løgtinginum.
Nú eru tíggju ár liðin og fimm samgongur hava verið hesi árini. Men enn veit eingin, hvat hendir við fiskivinnuni á sjónum tann 1. januar 2018.