- Tíðindi, mentan og ítróttur
Misálit á Høgna Hoydal fyrireikað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hogni_hoydal_4.png?itok=tr3xr9f2)
- Tað kunnu altíð henda feilir í eini umsiting, men í hesum førinum visti landsstýrismaðurin, at slíkar avgerðir vóru ólógligar sambært tí umboðsmaðurin hevur sagt í einum líknandi málið, sigur Jacob Vestergaard við heimasíðuna, in.fo
- Landsstýrismaðurin hevur eisini biðið um at verða kunnaður, ikki tá avgerðir eru tiknar um flytingar, men tá umsóknir komu um flytingar. Tí hevur hann blandað seg so nógv í málið, at hann de facto er tann, ið umsitur málið, sigur Jacob Vestergaard
Hinir floksformenninir í andstøðuni hava fingið í boði at verða við í misálitnum, men hava enn ikki tikið støðu. 2. viðgerð av fiskivinnunýskipanini er í løgtinginum í dag. Sambært skránni byrjar løgtingsfundurin klokkan 10.
Verður misálit lagt fram móti Høgna Hoydal, er tó ikki vist, at fiskivinnunýskipanin kemur til viðgerðar í dag, tí sambært tingskipanini, so ruddar eitt misálit skránna og verður viðgjørt beinanvegin í tinginum.