Formaðurin ruddaði skránna

Formaðurin ruddaði skránna
Ørkymlan í Løgtinginum. Fiskivinnunýskipanin og øll onnur mál vóru tikin av skrá í morgun
Tingformaðurin gav onga grundgeving fyri at rudda skránna
 
05.07.2017 - 10:23

Eingin veit at siga í løtuni, um fiskivinnunýskipanaruppskotið og fleiri onnur mál verða viðgjørd í dag. Tá Løgtingsfundurin var settur, vóru tvær 3. viðgerðir, sum vóru fyrst á dagsskránni, avgreiddar í skundi.

Síðani boðaði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, frá, at restin av dagsskránni var avlýst og fundurin liðugur. Tað tók týðiliga tingfók á bóli. 

Nýggjan fund?

Fundurin var ikki niðurlagdur, sum vanligt er, og einki var sagt um nýggjan fund seinni í dag. Alíkavæl so vóru tingfólk verandi í salinum og prátaðu. Í skrivandi stund er ógreitt, hvat hendir við fiskivinnunýskipanaruppskotinum.

Tingformaður Páll á Reynatúgvu fór uttan at gera viðmerkingar úr tingsalinum og inn í tann partin av tinginum, har fjølmiðlar ikki hava atgongd. 

Dagført 10:43: Samgongufundur verður klokkan 10:45. Løgtingsfólk standa spyrjandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342