- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dagbøtur verða av ongum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/dcdbbbd9a465d92e3830b707fc1ce330.png?itok=tOaa5gO4)
Nú er greitt, at dagbøturnar verða av ongum. Tí Mentamálaráðið hevur fingið alt tilfarið, sum tað vildi hava um málið, sum trætan er um.
Trætan millum Mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu er um kærumyndugleika í sambandi við tvær uppsagnir á dagsstovnaøkinum.
Uppsagnirnar eru kærdar til Mentamálaráðið. Men Tórshavnar kommuna góðtekur ikki, at Mentamálaráðið er kærumyndugleiki.
SÍ EISINI Dagbøtur fyribils steðgaðar
Kommunan fekk tó loyvi frá Pedagogfelagnum, har sum uppsøgdu fólkini eru limir, at geva Mentamálaráðnum partsinnlit í skjølini um málini hjá teimum báðum uppsøgdu.
Býráðslimirnir í Havn skuldu fáa dagbót, 300 krónur um dagin hvør, til Mentamálaráðið fekk tilfarið, sum tað bað um í kærumálunum.
Tað tilfarið hevur Mentamálaráðið fingið, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri. Ráðið viðger nú kærurnar, sigur hann. Býráðið í Havn hevur tó ikki slept málinum ella viðurkent sjónarmiðið hjá Mentamálaráðnum.
Býráðið ætlar framvegis í samstarvi við Kommunufelagið at stevna Mentamálaráðnum við kravi um, at tað verður dømt at viðganga, at Tórshavnar kommuna ikki er undirskipaður myndugleiki hjá Mentamálaráðnum í starvsfólkamálum sambært dagstovnalógini.