Ongar avleiðingar fyri landsstýrismannin

Ongar avleiðingar fyri landsstýrismannin
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur ikki brotið lógina um ábygrd landsstýrismanna, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í brævi til Høgna Hoydal
 
04.07.2017 - 08:19

Løgmaður vil hava landsstýrismannin í fiskivinnumálum at taka øll neyðug stig til tess at fáa viðurskiftini í rættlag, boðar løgmaður frá í morgun á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.

Tað ger Aksel V. Johannesen, løgmaður, greitt í brævi, sum hann hevur sent Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fískivinnumálum.

Løgmaður hevur nú gjøgnumgingið frágreiðingina hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og mett um málið út frá eftirlitsskyldu síni sambært § 33 í stýrisskipan Føroya.

Mett um rættarligt og politiskt

Hann hevur bæði mett um málið rættarligt og politiskt. Um rættarliga partin skrivar løgmaður, sambært heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni:

"Mett verður ikki, at rímilig grund er at halda, at tú hevur framt brot á § 5 í løgtingslógini um landsstýrismannaábyrgd, av tí at tú ikki hevur verið beinleiðis uppí avgerðunum um at flyta veiðuloyvi, men at avgerðirnar eru tiknar av embætisverkinum."

"Heldur ikki verður mett, sum málið nú er upplýst, at rímilig grund er at halda, at tú hevur forsømt eftirlitsskyldu tína eftir landsstýrismannaábyrgdarlógini § 4, eins og tað heldur ikki er rímilig grund at halda, sum málið higartil er upplýst, at tú hevur sagt ósatt fyri løgtinginum ella, at tú hevur tagt við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum, skrivar løgmaður millum annað."

Gjørd mistøk rættast

Í brævinum heitir løgmaður á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at fáa rætta mistøkini, ið eru hend í málinum.

"Eg havi í tíni frágreiðing eisini fest meg við, at tú í tíni eftirmeting av tilgongdini og fyrisitingarligu mannagongdunum er komin eftir, at fleiri viðurskifti eru í tíni fyrisiting, ið ikki eru nøktandi, og at tú ert til reiðar at taka øll neyðug stig til tess at fáa hesi viðurskiftini í rætt lag."

Víðari stendur: "Í fyrsta lagi at rætta mistøkini. Í øðrum lagi at eftirmeta fyrisitingina og fáa hana at virka til fulnar. Her hugsi eg eisini um, at tú verður at gera yvirskipaðar leiðreglur og mannagongdir fyri, hvussu flytingar av veiðuloyvum skulu umsitast," vísir løgmaður á.

Teksturin í greinini er endurgivin eftir tí, løgmaður hevur kunngjørt á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342