- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ávegis avtala undirskrivað
Tað vóru Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Ole Birk Olesen, danskur samferðslumálaráðharri, ið skrivaðu undir.
Semja er um, at føroyskir myndugleikar, ætlandi frá 2018, fara at røkja ávísar uppgávur á loftferðsluøkinum, ið danir varða av, sæst í skrivi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
SÍ EISINI Lítið og einki eftirlit við føroyska loftrúmið
Somuleiðis er semja um, at landsstýrið kann gera av, hvør frameftir skal veita tænastur í sambandi við inn- og útflúgving úr Føroyum. Talan er um tænastur, sum í dag verða røktar av danska felagnum Naviair.
Partarnir eru at enda samdir um, at spurningurin um eitt sjálvstøðugt loftferðsluøki, har Føroyar veita tænastur til flogfør, sum flúgva yvir Føroyum, verður tikin upp við ICAO, ið er altjóða loftferðslufelagsskapur.
Poul Michelsen fer í næstum at leggja uppskot fyri landsstýrið um, hvussu viðkomandi partar í Føroyum leggja arbeiðið til rættis frameftir, stendur í tíðindaskrivinum frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.