Fiskasøla framvegis loyvd

bannari
Fiskasøla framvegis loyvd
Tað verður framvegis loyvt at selja selja fisk og fiskavørur við dyrnar, nú matvørulógin er broytt
 
30.06.2017 - 16:15

Tá triðja viðgerð var í tinginum í gjár, gjørdu nakrir limir í Vinnunevndini vart við, at durasøla bleiv bannað, tá onnur viðgerð var í tinginum.

Tað var ikki ætlanin, søgdu tey. Løgtingið samtykti tí at loyva at virka fisk og fiskavørur til egið brúk og til at selja við dyrnar uttan løggilding.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, slapp ikki at gera matvørulógina so lagaliga sum hann ætlaði.

Atkvøddu fyri broytingaruppskoti

Tá onnur viðgerð var fyri einum mánað síðani, atkvøddu bæði samgongan og andstøðan fyri einum broytingaruppskoti hjá seks av sjey limum í Vinnunevndini

Ætlanin hjá landsstýrismanninum var at sleppa fleiri matvørum undan løggilding ella skráseting. Men ein stórur meiriluti í Vinnunevndini mælti til at strika fisk, fiskavørur og skeljadjór í lógaruppskotinum.

Tingfólk í samgonguni og í andstøðuni halda, at fiskivinnan er so stórur og týðandi partur av føroyska samfelagnum, at tey samtyktu ikki at slaka krøvini til føroyskar fiskavørur. 

Uppskotið ov víðgongt

Men við hesi samtykt forðaði tingið eisini fólki í at selja fisk við dyrnar og hagreiða fisk til egna nýtslu. Og tað var ikki ætlanin. 

Hetta broytti tingið so aftur í gjár, tá triðja viðgerð var. Tingfólk hildu eisini, tá onnur viðgerð var, at uppskotið er ov víðgongt viðvíkjandi víðari framleiðslu í Føroyum úr innfluttum matvørum. 

Tingið samtykti tí, at lógin bara verður broytt til at umfata mjólkarúrdrátt og svínakjøt. Tey hugsa tá um ostar og skinkur, sum verða innflutt til at ræsa og turka í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109