- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevði loyvi at úttala seg
Hevði loyvi at úttala seg
Skúlastjórin í Nonnuskúlanum, Selmar Jacobsen, hevði loyvi at úttala seg í einum máli um at seta á stovn framhaldsdeild í skúlanum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/selmar_jacobsen.jpg?itok=vUDiwcOg)
Selmar Jacobsen hevði loyvi at úttala seg í einum máli um at seta á stovn framhaldsdeild í Nonnuskúlanum, tá hann var skúlastjóri, sigur Løgtingsins Umboðsmaður
28.06.2017 - 15:55
Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, til eina kæru frá Lærarafelagnum. Umboðsmaðurin metti, at skúlastjórin ikki hevði úttalað seg sum privatpersónur í málinum.
Boðini frá Mentamálaráðnum skuldu tí ikki viðgerast sum ein spurningur um brot á talufrælsi hjá almennum settum starvsfólki, men sum ein spurningur, um múlabandið frá Mentamálaráðnum vóru innan fyri ella uttan fyri karmarnar av leiðslurættinum.
Um avgerðin varð tikin við atliti at vanligum fyrisitingarligum grundreglum. Umboðsmaðurin er komin til ta niðurstøðu, at boðini frá Mentamálaráðnum ikki vóru saklig og ikki stóðu mát við ítøkiligu støðuna í málinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV