Slakta nú laksin í Skopun

Slakta nú laksin í Skopun
Fiskaaling er farið undir at slakta norska laksin á lívfiskastøðini í Skopun, so lívfiskurin, sum gongur á Skálafjørðinum kann flytast til Skopunar.
 
23.06.2017 - 13:20

15.000 fiskar av tí sokallaðu føroysku laksastammuni ganga í løtuni á Skálafjørðinum og í næstu viku fer Fiskaaling at skilja 5000 av teimum frá og flyta teir til Skopunar har teir skulu gerast klárir til at strúkast. 

Teir 10.000 laksirnir, sum ikki verða fluttir til Skopunar skulu slaktast og seljast, og tað er umráðandi at hetta verður gjørt sum skjotast og áðrenn fiskurin er kynsbúgvin, tí tá kann hann ikki seljast til matna. Og so fara virðir fyri 7 milliónir krónir til spillis, sambært Vinnumálaráðnum.

Virðið av teimum 5000 laksunum, sum verða fluttir til Skopunar er millum 2 og 3 milliónir krónur. Vinnumálaráðið er í løtuni í samráðingum við Bakkafrost um hvør skal gjalda fyri laksin, sum nú ikki verður seldur til matna. 

Fiskaaling er farið undir at slakta norska laksin á lívfiskastøðini í Skopun, so lívfiskurin, sum gongur á Skálafjørðinum kann flytast til Skopunar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881