Eingin hevur kannað, hvussu tað ávirkar sílini

Eingin hevur kannað, hvussu tað ávirkar sílini
Hvørki Umhvørvisstovan ella Yvirfriðingarnevndin hava kannað, hvørja ávirkan ífyllingin við Sundsá kann hava á sílini.
 
23.06.2017 - 13:13

Ongin kanning er gjørd av, hvussu útfyllingin á havnalagnum Sundi fer at ávirka sílini í Sundsá.

Tað vátta bæði Umhvørvisstovan og Yvirfriðingarnevndin fyri kringvarpinum.

Sundsá er gýtingará, og í ánni eru stór sjósíl, sum koma niðan at gýta ella sleppa sær av við lýs og annað, sum ikki trívist so væl í feskum sjógvi.

Men tað sær út sum at sílini eru gloymd, tá umhvørvismyndugleikar og friðingarmyndugleikar hava kannað, hvussu útfyllingin fer at ávirka økið.

Umhvørvisstovan hevur givið góðkenning eftir teimum kanningum, sum Biofar hevur gjørt av økinum. Og niðurstøðan hjá Biofar er, at útfyllingin ikki fer at ávirka plantur og djór í økinum.

Tá støða verður tikin til um loyvi skal gevast verður serliga hugt eftir, um tað finnast sjáldsom ella hótt djóra- ella plantusløg undir vatnskorpuni, sum kunnu verða týnd, sigur Ingvard Fjallstein, málsviðgeri á vernd, sum er tann deildin á umhvørvisstovuni, ið tekur sær av umhvørvisgóðkenningum og øðrum.

Men hann váttar, at støða er ikki tikin til sílini í Sundsá. 

Umhvørvisstovan metir, at tað er økið hjá friðingarmyndugleikunum at taka støðu til árinsmetingar av sílunum í ánni.

Men hetta er eftir øllum at døma ikki gjørt.

Peter Flugge, skrivari hjá Yvirfriðingarnevndini, sigur, at tey ongar árinsmetingar hava gjørt viðvíkjandi sílunum í Sundsá.

Sostatt er tað ongin sum veit ella hevur tikið støðu til, um útfyllingin á Sundi fer at ávirka sílastovnin í Sundsá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881