- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórin forðaði fyri atkvøðugreiðslu
Minnilutin í Tórshavnar býráð vildi sleppa at atkvøða um, hvørt arbeiðið at byggja út vinnuøkið á Sundi við grót úr Eysturoyartunlinum, skuldi steðgast alt fyri eitt.
Men Annika Olsen forðaði atkvøðugreiðsluni við einum øðrum uppskoti. Tað var, um alt orðaskifti í málinum skuldi steðga. Av tí at uppskotið hjá borgarstjóranum var meira víðfevnt, slapp tað til atkvøðugreiðslu fyrst, og var samtykt.
Sambært løgfrøðini hevur ein borgarstjóri rætt til at steðga eini atkvøðugreiðslu, eitt nú um tað er soleiðis, at einki nýtt er í málinum.
Uppskotið hjá samgonguni vísti ikki á aðrar møguleikar til grótið úr Eysturoyartunlinum. Tí var tað torført at grundgeva fyri, at málið var broytt. Hinvegin er tað sera óvanligt at forða einum uppskoti at sleppa til atkvøðugreiðslu.