- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her verður útfyllingin á Sundi
Tað er ikki farið stillisliga aftur við borðinum, at grót úr Eysturoyartunlinum streymoyarmegin skal brúkast til at víðka um vinnuøkið á Sundi.
Kaldbaksfólk hava mótmælt ætlanini, men higartil til fánýtis: Arbeiðið, at víðka vinnuøkið á Sundi, heldur fram sum ætlað, er greitt eftir býráðsfund týskvøldið.
Grøna økið, frámerkt B1 á loftmyndini niðan fyri her, er økið á sjógvi, har grótið úr Eysturoyartunlinum, ið kemur upp streymoyarmegin, verður fylt við gróti.
(Klikka á myndina fyri fulla stødd)
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kommunumálum, fekk herfyri ein kæru um Tórshavnar kommunu. Kæran varð skrivað og samtykt á borgarafundinum í Kaldbak.
Fólk í Kaldbak vilja ikki, at kommunan ger eitt vinnuøki á Sundi. Tórshavnar kommuna legði ikki uppskotið um vinnuøkið fyri Kaldbaksnevndina í 2016.
Í einari yvirlýsing, sum varð gjørd á borgarafundinum í herfyri, verður framferðin hjá Tórshavnar kommunu átalað. Nærum øll fólk í Kaldbak mótmæltu í januar í ár ætlanini um at gera vinnuøki á Sundi, varð sagt.