Handritakapping: Nú eru vinnararnir funnir

Handritakapping: Nú eru vinnararnir funnir
Tveir høvundar fáa 50.000 krónur hvør. Tann eini fyri handrit til føroysktbók, hin fyri handrit til lærugreinina vinnulívsrætt
Vinnararnir í handritakappingini, Nám skrivaði út í oktober í fjør, eru nú funnir
 
15.06.2017 - 15:00

Vinnararnir í handritakappingini, Nám skrivaði út í oktober í fjør, eru nú funnir, og vórðu teir kunngjørdir á samkomu seinnapartin mikudagin, skrivar Nám á heimasíðuni.

Tvær virðislønir vórðu latnar; ein til fólkaskúla og ein til miðnám. Besta handritið til fólkaskúlan eigur Marianna Skarðenni, ið hevur skrivað handrit til føroyskt í øðrum flokki.

Hina virðislønina fær Louise Restorff Jacobsen, ið hevur skrivað handrit til lærubók í lærugreinini vinnulívsrættur, sum skal brúkast til undirvísing á miðnámi í Føroyum.

Níggju handrit komu inn til kappingina. Tað var ein dómsnevnd, ið var mannað við fimm fólkum, ið umboðaði Nám, miðnám og fólkaskúlan, sum metti um innkomna tilfarið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109