Tjóðartilbúgving á veg

Tjóðartilbúgving á veg
Arbeitt verður við at gera eina tjóðartilbúgving í Føroyum. Eldurin á Varðanum Pelagic á Tvøroyri verður ein partur av arbeiðinum
Ein tjóðartilbúgving fyri allar Føroyar skal nú gerast. Setast skal út í kortið, hvat er neyðugt at gera í ymsu pørtunum av landinum, tá álvarsligar hendingar eru
 
15.06.2017 - 13:20

Tað sigur Andrass Marr Poulsen, sum 1. juni tók við sum ovasti fyri tilbúgvingina í Føroyum. Tá eldurin var á Tvøroyri fríggjadagion, var ein kreppubólkur skipaður í skundi, sum helt til á politistøðini í Havn.

Í bólkinum vóru útivið 10 fólk, umboðandi ymsar stovnar, m.a. umhvørvi, løgreglu og heilsuverkið. Hóast bólkurin varð skipoaður í skundi, so tyktist hann at virka væl, sigur tilbúgvingarleiðarin.

Andrass Marr Poulsen sigur, at hann hevur kallað saman til ein fund um at eftirmeta hendingina á Tvøroyri, men nær tann fundurin verður, er ikki greitt enn.

Ætlanin er, at úrslitið av eftirmetingarfundinum skal vera grundarlag fyri at gera eina tjóðartilbúgvin fyri Føroyar. Setast skal út í kortið, hvat er neyðugt at gera í ymsu pørtunum av landinum, tá álvarsligar hendingar eru, sigur tilbúgvingarleiðarin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881