- Tíðindi, mentan og ítróttur
Siglingarforboð um summarið
Forboðið verður galdandi frá 1. mai til 15. august. Tá verður bannað at sigla skjótari enn fimm fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar út landi fyri at geva fuglinum frið.
Men onnur fuglabjørg eru í Føroyum. Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, spurdi tí Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um tey bjørgini.
SÍ EISINI Ferðafólk órógva lundalandið í Mykinesi
Hon svarar, at tær tríggjar oyggjarnar og hólmurin vórðu í 2012 útnevndar at vera Ramsarøki. Í Ramsarøki skulu fuglabjørg og annað, sum hava týdning fyri ávísar fuglastovnar, verjast móti ágangi.
Hesum tilmæli hevur Sirið Stenberg nú fylgt. Ein avgerð um at víðka forboðið at vera galdandi fyri aðrar oyggjar eisini skal byggja á haldgóðar grundgevingar.
Eru grundgevingarnar sakligar, eigur forboðið at verða víðkað, sigur Sirið Stenberg, men í løtuni eru ongar ætlanir um tað. Kunngerðin um skjóttgangandi bátar er til hoyringar til 1. august.