Hundraðtals fleiri størv í vinnuni

Hundraðtals fleiri størv í vinnuni
Útivið 700 fleiri størv eru í byggivinnuni í Føroyum enn fyri bara trimum árum síðani
Tað gongur væl hjá byggivinnuni í løtuni. 656 fleiri størv vóru í byggivinnuni í Føroyum í mars enn í mars mánað í fjør
 
13.06.2017 - 14:56

Tað gongur væl í byggivinnuni í Føroyum. So mikið væl, at tað í mars í ár vóru 656 fleiri størv í byggivinnuni enn fyri trimum árum síðani, í mars mánað í 2014.

3.740 størv vóru í føroysku byggivinnuni í mars mánað í ár samanborið við 3.084 størv í mars 2014. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya á hagstova.fo

Í mars í ár vóru til samans 25.851 løntakarar í Føroyum, tað eru 603 fleiri løntakarar enn í mars 2016, vísa tølini. Byggivinnan stóð fyri umleið helvtini av vøkstrinum hetta tíðarskeiðið.

Hinvegin gekst afturá síðsta árið hjá fiski-, ali- og ráevnisvinnuni. Í mars í ár vóru 4.005 størv í vinnuni, í mars 2016 vóru til samans 4.113 størv, vísa nýggjastu hagtølini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168