- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fundur um lívfiskin í morgin
Fíggjarnevndin tók ikki støðu til, um Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, skal fáa seks milliónir krónur við fíggjarnevndarskjali, tá nevndin hevði fund fríggjadagin.
Fíggjarnevndin hevur fund um málið aftur í morgin.
Endamálið við fíggjarnevndarskjalinum er at játta pening í skundi, til tess at bjarga føroyska lívfiskinum til laksaaling.
Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur annars biðið um pengarnar í eykajáttanarlóg, men av tí at eykjáttanin ikki kemur aftur úr fíggjarnevndini fyrr enn seinast í hesum mánaðinum, er ov seint at fáa pengarnar.
Støða skal takast sum skjótast
Føroyski lívfiskurin til laksaaling kann fara fyri bakka, um greiða ikki fæst á, um stóru fiskarnir, sum svimja á Skálafjørðinum, kunnu brúkast sum lívfiskur.
Okkurt um 15.000 fiskar eru á Skálafjørðinum.
Skjótt má berast at, tí í hesum mánaðinum verður fiskurin kynsbúgvin, og tá kann hann ikki nýtast.
Politiska skipanin er sinnað at gera kanningarnar alt fyri eitt og fáa Fíggjarnevndina at játta pengarnar, hevur Poul Michelsen, landsstýrismaður, sagt, men nevndin hevur fund aftur í morgin at taka støðu til málið.
Poul Michelsen hevur longt hoyringarfreistina í sambandi við broytingarnar í alilógini eina viku, til 27.juni.