- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dagbøtur fyribils steðgaðar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/8ef9dd1f1efc12f2e125e9b170b4ea9f.png?itok=2zI0Tx2L)
Turið Arge, aðalstjóri í Innlendsmálaráðnum, sigur, at dagbøturnar eru fyribils steðgaðar. Orsøkin er, at Tórshavnar kommuna hevur boðað frá, at hon hevur latið Mentamálaráðnum tilfarið um tvær uppsagnir á dagsstovnaøkinum, sum ráðið bað um.
Kommunan fekk loyvi frá Pedagogfelagnum, har sum uppsøgdu fólkini eru limir, at geva Mentamálaráðnum partsinnlit í skjølini um málini hjá teimum báðum uppsøgdu. Býráðslimirnir í Havn skuldu fáa dagbót, 300 krónur um dagin hvør, til Mentamálaráðið fekk tilfarið, sum tað bað um í kærumálunum.
SÍ EISINI Býráðslimir fáa nú dagbøtur
Uppsagnirnar eru kærdar til Mentamálaráðið. Tórshavnar kommuna góðtekur ikki, at Mentamálaráðið er kærumyndugleiki. Turið Arge sigur, at Mentamálaráðið kannar nú, um tað hevur fingið alt tað tilfar, sum biðið varð um.
Fyribils eru dagbøturnar tí útsettar. Býráðið í Havn hevur tó ikki slept málinum ella viðurkent sjónarmiðið hjá Mentamálaráðnum. Býráðið ætlar framvegis í samstarvi við Kommunufelagið at stevna Mentamálaráðnum.
Tað verður við kravi um, at tað verður dømt at viðganga, at Mentamálaráðið viðgongur, at Tórshavnar kommuna ikki er undirskipaður myndugleiki hjá Mentamálaráðnum í starvsfólkamálum sambært dagstovnalógini.