- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiska framvegis svartkjaft
Næraberg og Slættaberg fiska framvegis svartkjaft, hóast Fiskimálaráðið sigur, at veiðiloyvini hjá skipunum skulu "annulerast." Alt bendir á, at skipini fáa ikki boð um at sigla til lands fyribils.
Fyrrakvøldið gav Fiskimálaráðið Vørn boð um at "annulera" avgerðirnar at flyta veiðuloyvini hjá línuskipunum Helenu og Eysturoyingi yvir á Slættaberg og Næraberg.
Niðurstøðan hjá Fiskimálaráðnum er, at lógin um vinnuligan fiskiskap gevur ikki heimild at flyta veiðiloyvi frá línuskipi í bólki-3 til uppsjóvarskip.
SÍ EISINI Óvist um loyvi verða tikin aftur
Í skrivinum til Vørn reisir Fiskimálaráðið eisini spurningin, hvørjar avleiðingar niðurstøðan hjá aðalráðnum skal fáa fyri avgerðirnar hjá Vørn um at flyta loyvini.
Í sambandi við henda spurning er avgerandi, sambært Fiskimálaráðnum, "læran um ógildi" og ikki "læran um afturtøku" av avgerðum. Fiskimálaráðið útgreinar tó ikki, hvat tað merkir fyri Slættaberg og Næraberg.
Í samrøðu við útvarpið á middegi í gjár gav Elmar Højgaard, stjóri á Vørn, greitt til kennar, at Vørn hevur ilt við at skilja, hvat Fiskimálaráðið meinar við.
SÍ EISINI Vistu at loyvið varð flutt
Vørn bað í gjár Fiskimálaráðið útgreina, hvussu boðini skulu skiljast. Men sambært Elmari Højgaard, stjóra á Vørn, hevur Fiskimálaráðið ikki svarað enn.
- Vit fáa ikki gjørt meira við málið, áðrenn vit frætta aftur úr Fiskimálaráðnum, sigur Elmar Højgaard við Kringvarpið í dag.
Boðini úr Fiskimálaráðnum til Vørn fyrrakvøldið nevna eisini, at fyrisitingarlig atlit eru galdandi, og tí hevur reiðaríið hjá Nærabergi og Slættabergi rætt til partshoyring.