Fíggjarliga støðan viðgerast í skundi

Fíggjarliga støðan viðgerast í skundi
Vinnunevndin fer fyrrapartin í dag at viðgera uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at bjarga P/f Fiskaling undan húsagangi
 
07.06.2017 - 09:11

Tey trý alifeløgini, sum eru í Føroyum, Bakkafrost, Marine Harvest og Hiddenfjord, skulu á fundin hjá Vinnunevndini í dag umframt P/F Fiskaaling og Poul Michelsen, landsstýrismann.

P/f Fiskaaling hevði 18,6 milliónir krónur í halli í fjør. Eginognin hjá felagnum er negativ. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur tí lagt uppskot fyri tingið um at játta 9,5 milliónir krónur sum kapitalinnskot so Fiskaaling kann halda fram.

Tær 9,5 milliónirnar eru í eykajáttanarlógini, sum er til viðgerðar í Fíggjarnevndini. Sum skilst, ætlar Vinnunevndin at fáa uppskotið um Fiskaaling frá hondini nú í vikuni, so Fíggjarnevndin fær avgreitt eykajáttanarlógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168