100.000 krónur til bestu skaldsøguna

100.000 krónur til bestu skaldsøguna
Skaldsøgukapping er útskrivað, og í ár er vinningurin dupult so høgur
Eg hugsi, at nógvar lagnur hjá føroyingum kunnu vera grundarlag undir einari góðari skaldsøgu, sigur Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum
 
03.06.2017 - 11:05

Sprotin og Bókahandlarnir hava útskrivað eina nýggja skaldsøgukapping - og vinningurin hesa ferð er 100.000 krónur. Tað kunngjørdi Jonhard Mikkelsen á Mentanarnáttini í Havn í gjárkvøldið, á Reinsarínum, har Sprotin hevði tiltakið Orð og Tónar.

Fyrraárið skipaðu bókahandlarnir og Bókadeildin eisini fyri skaldsøgukapping, og ta ferðina vann Marjun Syderbø Kjælnes kappingina. Nú er avgjørt at hava slíka kapping aftur, og hesa ferð er Sprotin forlag.

Fyri tveimum árum síðan var tað eitt krav, at tað skuldi vera ein samtíðarskaldsøga. Hesa ferð eru ongar treytir um nær og hvar, skaldsøgan skal vera farin fram, ella hvat hon skal vera um. 

- Eg hugsi, at nógvar lagnur hjá føroyingum kunnu vera grundarlag undir einari góðari skaldsøgu, t.d. einari ævisøguligari skaldsøgu, segði Jonhard Mikkelsen, sum kortini legði dent á, at hvør ger, sum hann ella hon vil.

150 síður upp á 15 mánaðir

Treytirnar eru, at skaldsøgan er á føroyskum, hon skal í minsta lagi vera 150 síður, við 2000 eindum á hvørjari síðu, sum tað verður sagt, og hon verður latin inn 1. september í 2018.

Sostatt er skotbráið 15 mánaðir at skriva eina skaldsøgu hjá teimum, sum hava góð hugskot ella spennandi skitsur til eina skaldsøgu liggjandi og brenna eftir at fáa tað gjørt.

Dómsnevndin, sum verður sett, fær ikki at vita, hvør hevur skrivað verkið. Tá skaldsøgukappingin var fyri tveimum árum síðan var vinningurin 50.000 krónur, men nú er hann altso tvífaldaður. 

Vinningurin er settur at vera 100.000 krónur - saman við einum góðum útgávusáttmála frá Sprotanum. Segði Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum á Mentanarnáttini í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480