Fiska svartkjaft við veiðiloyvum hjá línuskipum

Fiska svartkjaft við veiðiloyvum hjá línuskipum
Næraberg og Slættaberg høvdu einki veiðiloyvi, men nú fiska tey við veiðiloyvum hjá tveimum línuskipum. Andstøðan er í øðini
Slættaberg og Næraberg fiska svartkjaft við veiðiloyvi hjá línuskipum
 
02.06.2017 - 10:54

Uppsjóvarskipini Næraberg og Slættaberg fiska svartkjaft við veiðiloyvum hjá tveimum línuskipum.

Tað váttar Elmar Højgaard, stjóri á Vørn, sum umsitir skipanina við veiði- og fiskiloyvum.

Reiðaríið Næraberg hevði einki veiðiloyvi til Næraberg og Slættaberg, tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum næstsíðsta fríggjadag, 19.mai, lýsti eina kunngerð, har 70.000 tons av svartkjafti verða latin at fiska sum felagskvota. 

Men 22.mai fingu Næraberg og Slættaberg, eftir umsókn frá reiðarínum Næraberg, flutt veiðiloyvi yvir á skipini. 

Ger ímóti niðrstøðu hjá Umboðsmanninum

Andstøðan á løgtingi leggur landsstýrismannin í fiskivinnumálum undir at umsita lógina um vinnuligan fiskiskap beint ímóti eini greiðari niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni.

Andstøðan vísir til eina niðurstøðu frá løgtingsins umboðsmanni frá 2014.

Landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av, hvussu loyvini at fiska verða umsitin, sigur andstøðan.

Tá málið var umrøtt í tinginum týsdagin,  svaraði Høgni Hoydal, at hann hevði biðið Vørn um eina frágreiðing. 

Útvarpið hevur spurt Vørn eftir hesari frágreiðing. Men hon er ikki liðug enn, sambært Elmari Højgaard.

Stjórin á Vørn væntar at kunna geva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum frágreiðingina í dag ella fyrst í næstu viku.

Ongar viðmerkingar

Elmar Højgaard hevur ongar viðmerkingar til málið, fyrr enn landsstýrismaðurin hevur fingið frágreiðingina.

Hann váttar tó, at uppsjóvarskipini Næraberg og Slættaberg fiska svartkjaft við veiðiloyvum hjá tveimum línuskipum.

Nógv er framvegis eftir av teimum 70.000 tonsunum av svartkjafti, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skrivaði út sum felagskvotu 19. mai.

Sambært Vørn eru higartil fiskað 25.331 tons - tí eru 44.669 tons eftir.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859