- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avloysaraskip smíðast í Noregi
Avloysaraskip smíðast í Noregi
Strandferðslan mælir til at byggja ein bát, sum verður brúktur til ferðaflutning í Noregi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ternan.png.jpg?itok=dc4WP9II)
Strandferðslan vil hava ein bát, sum m.a. skal avloysa Ternuna á nólsoyarleiðini
02.06.2017 - 12:51
Strandfaraskip landsins hava í vikuni sent Samferðslumálaráðnum uppskot um nýggjan bát, sum fyrst og fremst skal brúkast til at avloysa skipini hjá stovninum.
Uppskotið er um ein bát, sum verður brúktur til ferðafólkaflutning í Noregi.
Uppskotið er at byggja slíkan bát fyri 25 milliónir norskar krónur, sum eru okkurt um 19,6 mió. kr. føroyskar.
Skipið skal taka 100 ferðafólk - alt árið.
Bátsslagið, sum ætlanin er at brúka sum fyrimynd, er úr koltrevjum.
Tað tekur átta til tíggju mánaðir at byggja slíkan bát í Noregi, sigur stjórin á Strandfaraskipum landins, Hilmar Eliasen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV