Fiskavørur strikast í lógaruppskotinum

Fiskavørur strikast í lógaruppskotinum
Uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at gera matvørulógina lagaligari er skert, nú tað er komið aftur úr Vinnunevndini hjá Løgtinginum
Seks av sjey limum í Vinnunevndini mæla til at strika fisk, fiskavørur og skeljadjór í lógaruppskotinum um at gera matvørulógina lagaligari
 
31.05.2017 - 09:45

Ætlanin hjá Vinnumálaráðnum var at sleppa fleiri matvørum undan løggilding ella skráseting. Men seks av sjey limum í Vinnunevndini mæla til at strika fisk, fiskavørur og skeljadjór í lógaruppskotinum.

Tingmenn í samgonguni og í andstøðuni halda, at fiskivinnan er so stórur og týðandi partur av føroyska samfelagnum, at teir mæla til ikki at slaka krøvini til føroyskar fiskavørur. 

SÍ EISINI Matvørulógin aftur broytast

Teir halda eisini, at uppskotið er ov víðgongt viðvíkjandi víðari framleiðslu í Føroyum úr innfluttum matvørum. Tingmenninir mæla tí til, at lógin bara verður broytt til at umfata mjólkarúrdrátt og svínakjøt.

Teir hugsa tá um ostar og skinkur, sum verða innflutt til at ræsa og turka í Føroyum. Samgongutingkvinna Bjørt Samuelsen mælir rætt og slætt Løgtinginum frá at samtykkja alt uppskotið hjá Poul Michelsen. Løgtingið fer at atkvøða um uppskotið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168