- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frágreiðing tikin til eftirtektar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/folkatingid.jpg?itok=TN9SEjVL)
Uppskotið til samtyktar, sum 11 fólkatingslimir, teirra millum Sjúrður Skaale og báðar fólkatingskvinnurnar úr Grønlandi, løgdu fram, fekk 104 atkvøður.
Eingin atkvøddi ímóti. Fólkatingið skal sambært samtyktini virða ynskini hjá Føroyum og Grønlandi um egnar stjórnarskipanir.
Fólkatingið heitir á stjórnina um at bjóða samstarv um nýskipanir og búskaparliga burðardygga vinnumenning. Millum annað skulu møguleikarnir at gera íløgur mennast og gerast lokkandi.
Áhugin fyri Arktis vaksandi
Stjórnin skal eisini virka fyri, at málsøkini, sum Danmark varðar av í Føroyum og í Grønlandi, eru á sama stigi sum í Danmark.
Fólkatingið hevur eisini staðfest, at búskapurin í Føroyum er í eyðsýndari framgongd, og í Grønlandi var búskapurin eisini góður í 2016. Men í báðum londum er avbjóðingin at tryggja búskaparligt haldføri sum frá líður.
Eindarlistin mælti í sínum uppskoti til samtyktar Fólkatinginum til millum annað til at viðurkenna, at Føroyar og Grønland frítt kunnu arbeiða við sínum stjórnarskipanum.
Hann minti eisini á, at altjóða áhugin fyri norðuratlantshavi og Arktis er vaksandi, og mælir til at raðfesta samstarvið um uttanríkis- og trygdarpolitikk. Uppskotið hjá Eindarlistanum datt burtur.