- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oyggjadagurin 2017 avlýstur
Oyggjadagurin 2017 avlýstur
Oyggjadagurin, ið skuldi verða í Tórshavnar kommunu í morgin, leygardagin, er avlýstur - vegna veður
26.05.2017 - 10:48
Oyggjadagurin, sum ætlanin var at hava í morgin, leygardagin 27. mai er avlýstur. Tað boðaði Tórshavnar kommuna frá á heimasíðuni, torshavn.fo, fyri løtu síðani.
"Vegna útlit fyri regni og vánaligum sýni er Oyggjadagurin avlýstur í morgin. Peningur fyri ferðaseðlar verður endurgoldin hjá Visit Tórshavn," skrivar kommunan.
Oyggjadagarnir, har høvið er at vitja allar oyggjarnar í Tórshavnar kommunu, hava verið vælumtóktir. Í fjør vórðu allir túrarnir til oyggjarnar útseldir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV