Innflutningur verður nú sektaður

Innflutningur verður nú sektaður
Frá 1. juni fáa tey sekt, sum keypa heilivág á netinum. Tolleftirlitið finnur regluliga heilivág, roynt verður at innflyta
 
26.05.2017 - 08:09

Bara Apoteksverkið hevur loyvi til at innflyta heilivág í Føroyum. Men posteftirlitið hjá TAKS finnur so at siga hvønn dag heilivág, sum fólk hava keypt á netinum.

Frá hósdegnum í næstu viku fáa hesi fólk sekt fyri at innflyta heilivág, upplýsir TAKS. TAKS upplýsir ikki, hvussu stór sektin er. Tað er eisini galdandi fyri tað, sum verður brúkt til elektroniskar sigarettir.

Apoteksverkið skal hjálpa TAKS

Kemur eftirlitið hjá TAKS fram á vøru, sum TAKS heldur vera heilivág, verður Apoteksverkið boðsent fyri at staðfesta, um so er. 

Er talan um heilivág, verður sendingin latin løgregluni, sum síðani setir seg í samband við móttakaran og avgreiðir málið við hann. TAKS kunnar móttakaran um hetta fyrst.

Er onnur vøra umframt heilivágin í sendingini, verður hon útflýggjað, tá løgreglan er liðug at viðgera málið. Heilivágurin verður fyribeindur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275