- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gransking: ILA smittar undir »røttum umstøðum«
Tveir granskarar á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Debes H. Christiansen og Petra E. Petersen, hava saman við granskarum úr Noregi og Skotlandi prógvað, at ikki sjúkuelvandi ILA virus undir røttum umstøðum kann broytast til sjúkuelvandi ILA virus.
ILA er sjúka, sum laksur fær. Granskingin er gjørd á Heilsufrøðiligu starvstovuni í samstarvi við Veterinærinstituttet í Oslo og Marine Scotland Science í Aberdeen.
Laksurin skal ikki vera strongdur
Hetta er fyrstu ferð, at granskarar prógva, at eru umstøðurnar tær røttu, kann sjúkuelvandi ILA virus broytast til sjúkuelvandi ILA virus.
Úrslitið vísir, at tað er sera umráðandi at reka alibrúk á ein lívfrøðiliga burðardyggan hátt. Laksurin skal ikki vera strongdur.
Umráðandi er at lata smoltstøðir og alibrúk á sjónum vera óbrúkt eina tíð at forða fyri at ikki sjúkuelvandi virus mennist til sjúkuelvandi virus.