- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógin má kanska broytast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tinganes_0.png?itok=6KP57wh0)
Í Heilsu- og innlendismálaráðnum kanna tey nú, um neyðugt er at broyta lógina um at flyta heimildina at gera lógir úr Danmark til Føroya, tá málsøkini húsfólkarættur, persónsrættur og arvarættur eru yvirtikin á ólavsøku í 2018.
Orsøkin er, at ríkisumboðsmaðurin gjørdi vart við, at sambært hansara tulking var ein villa í lógini. Í lógaruppskotinum stóð, at landsstýrið kann gera millumtjóða avtalur. Tað kann landsstýrið ikki, segði ríkisumboðsmaðurin.
SÍ EISINI Yvirtøkan kostar 10 mió. árliga
Tí uttanríkismál eru ikki yvirtikin. Men føroyska Uttanríkisráðið sigur nakað annað. Tað heldur, at landsstýrið kann gera avtalur við onnur lond enn Danmark, tá málsøki eru yvirtikin.
Tá onnur viðgerð var, vildi andstøðan hava málið aftur í nevnd, so lógaruppskotið kundi broytast sambært uppritinum hjá ríkisumboðsmanninum. Annars var talan um brot á stýriskipanarlógina. Men samgongan vildi ikki hava málið aftur í nevnd.
SÍ EISINI Málsøkið yvirtikið í 2018
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at stundir vóru ikki til tess. Bæði tí, at ivi er um spurningin, sum tí skal kannast fyrst, og tí ein broyting í lógaruppskotinum skal til hoyringar.
Sirið Stenberg sigur, at verður neyðugt at broyta lógina, verður tað gjørt. Men ikki fyrr enn allar broytingar eru funnar. Talan er um stórt lógarverk.
So uttan iva kemur Innlendismálaráðið fram á okkurt, sum neyðugt er at broyta. Yvirtøkan skal ikki vera fyrr enn á ólavsøku 2018, so broytingaruppskot kemur ikki fyrr enn í næstu tingsetu.