- Tíðindi, mentan og ítróttur
15 fyri, 13 ímóti: Játtanarkarmurin samtyktur
Fólkini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini mintu landsstýrið á, at neyvan er nóg mikið at hækka útreiðslurnar til rakstur næsta ár hálvtannað prosent umframt tað, sum fer til lønarvøkstur, tá hugsað verður um allar framskrivingarnar og raðfestingarnar, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja.
Tí vænta vit, at landsstýrisfólkini gera tillagingar á sínum øki fyri at rationalisera raksturin.
Og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum eigur at tryggja, at uppskotið um fíggjarlóg fyri 2018 er innan fyri ásettu karmarnar, sum løgtingið nú hevur samtykt.
Tað er neyðugt, hóast vøksturin í rakstrarútreiðslunum er nógv minni enn vøksturin í inntøkunum hjá landinum, siga samgongufólkini í Fíggjarnevndini í álitinum hjá nevndini um játtanarkarmin..