- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósamd um endurgjaldið
Jógvan Skorheim í Sjálvstýri, Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi, Kristianna Winther Poulsen í Javnaðarflokkinum, Hanna Jensen í Framsókn og uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir, hava lagt uppskotið fram.
Samgonguumboðini, Ruth Vang, Helena Dam á Neystabø og Pauli Trond Petersen, taka undir við, at øll elorka á landi skal koma frá varandi orku, og skulu vit nærkast hesum máli, mugu ítøkilig átøk gerast.
Skal fáa fólk at velja grønar loysnir
Ein mvg-afturberingarskipan fer at skunda undir nýggjar sethúsaeigarar at velja grønar hitapumpuskipanir í staðin fyri dálkandi oljufýr, sigur hesin minnilutin.
Andstøðuumboðini í vinnunevndini, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen, taka ikki undir við uppskotinum og mæla frá at samtykkja tað.
Tey siga, at umlegging fra olju til hitapumpu ikki á nakran hátt er bati, tá hugsað verður um grøna orkuveiting.
SÍ EISINI Hitapumpur somu treytir sum jarðhitaskipanir
Orsøkin er, at útbyggingingin hjá SEV at veita grøna orku stendur ikki mát við vøksturin í orkutørvinum. Hvør einasta hitapumpa, sum kemur aftrat, fer at økja nýtsluna av tungolju.
Tað er skeivt at Løgtinginum at stuðla el-orku, sum verður rikin við tungolju, siga andstøðuumboðini í vinnunevndini.
Triði minnilutin, Kristin Michelsen, sigur í sínum áliti, at hann tekur støðu til málið í tingsalinum.