- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvøroyrar kommuna størri inntøku enn væntað
Tvøroyrar kommuna størri inntøku enn væntað
Inntøkan hjá Tvøroyrar kommunu var góðar 11,7 milliónir krónur størri enn væntað í fjør
21.05.2017 - 11:24
Inntøkan var 77,3 milliónir krónur, sum eru slakar 7,6 milliónir í avlopi. Í fíggjarætlanini fyri 2016 varð tó roknað við 4,4 milliónum í halli.
Inntøkurnar hjá kommununi vóru næstan átta milliónir krónur størri enn væntað í fjør. Raksturin kostaði 400.000 krónur minni enn væntað.
Men íløgurnar vóru slakar 3,5 milliónir krónur minni enn ætlað. Nettoskuldin hjá Tvøroyrar kommuna er nú 0,44 álíkning.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV