- Tíðindi, mentan og ítróttur
Inntøkurnar á Tvøroyri vaksa
Inntøkurnar á Tvøroyri vaksa
Raksturin í fjør var 400.000 kr. minni enn væntað
19.05.2017 - 15:11
Inntøkan hjá Tvøroyrar kommunu var góðar 11,7 milliónir krónur størri enn væntað í fjør.
Inntøkan var 77,3 mió. kr., sum eru slakar 7,6 milliónir í avlopi.
Í fíggjarætlanini fyri 2016 varð tó roknað við 4,4 milliónum í halli.
Inntøkurnar hjá kommununi vóru næstan átta milliónir krónur størri enn væntað í fjør.
Raksturin kostaði 400.000 kr. minni enn væntað.
Men íløgurnar vóru slakar 3,5 mió. kr. minni enn ætlað.
Nettoskuldin hjá Tvøroyrar kommuna er nú 0,44 álíkning.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV