- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ótolnast eftir svari
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20151030_aksel_stjornarskipan._0023.jpg?itok=FuHKdj4U)
Andstøðuflokkarnir á tingi vilja hava løgmann at svara niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini í kærumálinum um hjúnabandslógina, áðrenn málið kemur til aðru viðgerð í tinginum í morgin. Tá verður eisini atkvøtt í málinum
Miðflokkurin kærdi Aksel V. Johannesen til landsstýrismálanevndina, tí sambært Miðflokkinum hevur løgmaður tulkað stykki 2 í grein 14 í hjúnabandslógini at verða yvirtikið málsøki. Landsstýrismálanevndin er komin til eina niðurstøðu í málinum, og hon er send løgmanni til kunningar.
Tað er sera óheppið, at niðurstøðan frá landsstýrismálanevndini ikki er Løgtinginum kunnug, áðrenn málið kemur til aðru viðgerð í tinginum, siga Bárður Steig Nielsen, Jørgen Niclasen, Kári P. Højgaard og Jenis av Rana í brævinum til Aksel V. Johannesen
Verið til viðgerðar í Mentanarnevndini
Tí heita teir fimm tingmenninir á løgmann um at senda Løgtinginum niðurstøðuna aftur, so Løgtingið eisini fær høvi at kunna seg um hana, áðrenn onnur viðgerð verður í morgin.
Uppskotið um at broyta hjúnabandslógina soleiðis, at kirkjan sjálv gera av, um hon vil signa borgarliga vígd samkynd, hevur verið til viðgerðar í mentanarnevndini.
Meirilutin í nevndini, samgonguflokkarnir, tekur undir við broytingini. Samgonguumboðini siga, at kirkjan framhaldandi sjálv kann gera av, hvørji borgarliga gift, hon vil signa.
SI EISINI Løgtingsnevnd tekur undir við lógarbroyting
Lógarbroytingin gevur hvørki boð ella forboð, men virðir kirkjunnar sjálvræði at skipa egnu innaru viðurskifti síni, sigur meirilutin í mentanarnevndini.
Sambært uppskotinum hjá Mentamálaráðnum kann kirkjan signa tey, sum hon hevur ritual til at signa. Fólkakirkjan hevur einki ritual til at signa borgaraliga vígd samkynd.
Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum mælir frá at samtykkja uppskotið, og Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum mælir staðiliga frá at samtykkja tað.