Sleppa undan at gjalda dagbøtur

Sleppa undan at gjalda dagbøtur
Dagbøturnar, sum býráðslimir í Havn annars fingu álagt at gjalda, eru fyribils útsettar
 
18.05.2017 - 10:37

Býráðslimir í Havn sleppa fyribils undan at gjalda dagbøtur. Innlendismálaráðið hevur avgjørt, at dagbøturnar, sum ráðið hevur álagt býráðslimum í Havn í sambandi við trætuna um kærumyndugleikan á dagstovnaøkinum, verða ikki givnar meðan hoyringstíðarskeiðið er.

Kommunufelagið og advokaturin hjá býráðslimunum hava gjørt ráðið varugt við, at dagbøtur ikki eiga at verða givnar, fyrr enn hoyringsskrivið hjá teimum er viðgjørt og avgreitt. Mikukvøldið boðaði Innlendismálaráðið frá, at tey hava hugt nærri at skjølunum. 

Innlendismálaráðið sigur, at av tí at ivi kann sáast um, hvørt skrivið til býráðslimirnar skal tulkast sum ein hoyring ella fráboðan, hevur ráðið gjørt av, at ivin skal koma býráðslimunum til góðar.

Avgerð væntandi í næstu viku

Ráðið hevur avgjørt, at skrivið frá advokatinum hjá býráðslimunum skal tulkast sum hoyringsskriv. Hetta merkir, at dagbøtur verða ikki givnar í tíðarskeiðnum, meðan hoyringsskrivið verður viðgjørt. 

Endalig avgerð um hvørt dagbøtur skulu gevast ella ikki, verður tikin tá skrivið er endaliga viðgjørt. Innlendismálaráðið sigur, at avgerð í málinum verður væntandi tikin í næstu viku.

SÍ EISINI Býráðslimir fáa nú dagbøtur

Upprunaliga gav Innlendismálaráðið teimum 13 býráðslimunum 300 krónur í bót um dagin, tí kommunan vil ikki geva Mentamálaráðnum skjølini í tveimum uppsagnarmálum á dagsstovnaøkinum.

Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið fara at stevna Mentamálaráðnum, tí tey halda ikki, at Mentamálaráðið er kærumyndugleiki á dagstovnaøkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342