- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stovnar lagdir saman
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/68ab6f9a3305dae499cfbc963cc96b35.png?itok=Og3Pi0Rb)
Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið eru nú løgd saman og skipað í ein sjálvstøðugan stovn, boðar Samferðslumálaráðið frá. Arbeiðseftirlitið var áður deild í Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og Brunaeftirlitið var deild í Vørn.
- Tað er natúrligt, at Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið eru sami stovnur. Málsøkini og førleikarnir hjá starvsfólkunum líkjast, sigur Hendik Old, landsstýrismaður.
Lýsa eftir stjóra í næstum
- Skipanin av hesum stovninum er eisini í samsvari við ætlanirnar hjá landsstýrinum um at raðfesta arbeiðsumhvørvi og brunatrygd, sigur Henrik Old..
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er í sama bygningi sum Heilsu- og innlendismálaráðið í á Eirargarði 2 í Havn. Lýst verður í næstum eftir stjóra til Arbeiðs- og brunaeftirlitið.
Til stjóri er settur, røkir Leivur Persson starvið sum virkandi stjóri. Hann var leiðari á Arbeiðseftirlitinum frá 2013.