- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvar atfinningar um byggingina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/glasir-skuladepilin.jpg?itok=6Ll00EQP)
Samskiftið millum teirra, sum varða av Glasi, er ikki í lagi. Ábyrgdarbýtið er fløkt, og ivi er um, hvør veruliga hevur ábyrgdina av hvørjum.
Kunningin, sum Løgtingið hevur fingið um byggingina í Marknagili, er komin ov seint og hevur ikki altíð verið dagførd. Løgtingsgrannskoðarnir eru komnir upp í málið um Glasir.
Nógvar atfinningar í uppriti
Løgtingsgrannskoðararnir bóðu Landsgrannskoðanina um eitt upprit, sum teir fingu síðst í januar. Og í gjár sendu løgtingsgrannskoðararnir Løgtinginum uppritið saman víð sínum egnu viðmerkingum.
Drúgva uppritið hjá Landsgrannskoðanini er um játtanar- og útreiðslugongdina hjá Skúladeplinum við Marknagil, sum nú eitur Glasir. Nógvar atfinningar eru í uppritinum.
Løgtingsgrannskoðararnir sendu fyrst í februar uppritið til landsstýrisfólkini í samferðslumálum, sum varðar av Landsverki, fíggjarmálum og mentamálum og fekk viðmerkingar frá teimum.