Løgtingsnevnd tekur undir við lógarbroyting

Løgtingsnevnd tekur undir við lógarbroyting
Fríggjadagin fer Løgtingið at atkvøða um lógarbroytingina, sum er treytin fyri, at samkynd í Føroyum sleppa at gifta seg
 
16.05.2017 - 07:54

Mentanarnevndin hjá Løgtinginum kom í gjár við áliti um at broyta grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini, so kirkjan sjálv avger, um hon vil signa borgaraliga vígd samkynd.

Meirilutin í nevndini, umboðini hjá samgonguni, tekur undir við broytingini. Tey siga, at kirkjan framhaldandi sjálv kann avgera, hvørji borgarliga gift, hon vil signa. 

Sjálvræðið hjá fólkakirkjuni virt

Lógarbroytingin gevur hvørki boð ella forboð, men virðir kirkjunnar sjálvræði at skipa egnu innaru viðurskifti síni, sigur meirilutin í Mentanarnevndini. 

Sambært uppskotinum hjá Mentamálaráðnum kann kirkjan signa tey, sum hon hevur ritual til at signa. Fólkakirkjan hevur einki ritual til at signa borgaraliga vígd samkynd.

Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum mælir frá at samtykkja uppskotið, og Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum mælir staðiliga frá at samtykkja tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342