113,5 milliónir afturat til Glasir

bannari
113,5 milliónir afturat til Glasir
Mentamálaráðið hevur biðið Løgtingið um meirjáttan til Glasir í Marknagili. Samlaði kostnaðurin kemur sostatt upp í 636,5 milliónir krónur
Mentamálaráðið hevur biðið Løgtingið um 113,5 milliónir krónur afturat til Glasir. Størri parturin, 87 milliónir, skal brúkast í sambandi við eitt gerðarættarmál
 
16.05.2017 - 07:57

Mentamálaráðið hevur biðið Løgtingið um 113,5 milliónir krónur afturat til Glasir. Størri parturin, 87 milliónir, skal brúkast í sambandi við gerðarrættarmálið millum Landsverk og Sp/f TG Verk og tryggingarfelagið AXA.

Vinnur Landsverk tað málið, eiga flestu pengarnir at koma aftur í landskassan. Men Landsverk noyðist at leggja pengarnar út nú, tí annars steðgar byggingin.

TG Verk krevur afturímóti 72,3 milliónir krónur frá Landsverki. Gerðarrættarmálið, sum byrjaði í apríl í fjør, verður neyvan liðugt fyrr enn í 2019, ella sum tað stendur í viðmerkingum hjá Landsverki, eftir 2018.

26,5 milliónir krónur skulu brúkast til flagtekju og undirvísingaramboð til tekniska skúla í Glasi. Samanumtikið verður Løgtingið biðið um 113,5 milliónir afturat til Glasir, so samlaði kostnaðurin kemur upp í 636,5 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946