- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvir 60 mál eftir hjá tinginum at avgreiða í vár

Yvir 60 mál eru eftir hjá tinginum at avgreiða í vár.
Løgtingið skal atkvøða um 18 tingmál á fundinum seinnapartin í morgin.
Nøkur mál hava aðru viðgerð og onnur triðju og seinastu viðgerð.
Men enn er langt eftir á mál hjá tinginum.
Nógv eftir
Sambært tinglistanum á heimasíðuni hjá løgtinginum eru 59 mál eftir at avgreiða í hesi tingsetuni.
Og nøkur koma afturat.
Tað hevur ljóðað í tinginum, at samgongan kemur við sjey uppskotum afturat, millum annað er ein eykajáttanarlóg á veg.
Sambandsflokkurin hevur boðað frá, at hann kemur við einari fiskivinnunýskipan.
Ætlanin er, at tá øll málini hava fingið fyrstu viðgerð, fer tingið heim og verður so kallað saman aftur um ein mánað.
Tingnevndir kunnu hava mál í ein mánað.