- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samtykt í 2014 men ikki gjørt. Nú skal tað gerast
Tað er ein treyt fyri at leingja loyvið at skjóta grágás, at stovnsmetingin byrjar nú.
Tað siga umboðini hjá samgonguni í Vinnunevndini í álitinum um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um loyvi at skjóta grágás í trý ár afturat.
Tey taka undir við uppskotinum, men við teirri treyt, at nú byrja alt fyri eitt kanningarnar og teljingarnar, sum løgtingið í 2014 samtykti at gera, men sum ongantíð eru gjørdar.
Tær eru neyðugar, siga samgongufólkini í Vinnunevndini, tí grágás er fyrr útdeyð í Føroyum.
Jógvan Skorheim er tann einasti í Vinnunevndini, sum mælir frá at leingja loyvið at skjóta grágás.
Grágásin ger skaða á slóttubø og velt lendi, siga bøndur. Tí er loyvt at skjóta ella styggja tær, tá tær seta seg har.
Síðani royndarskipanin at geva loyvi at skjóta grágæs kom í gildi 1.juni 2014 til 1.juni 2017 eru skrásettar 530 skotnar gæs.